Vit tekna til jólakortkappingina hjá Kommununi

Vit fara at tekna. Klaksvíkar Kommuna sóknast eftir einari mynd, sum tey kunnu brúka til ársins jólakort. Vit fara sjálvandi at royna okkum, so øll børn til og við 12 ár eru hervið boðin í Húsið at tekna. Starvsfólkini í Húsinum skulu nokk syrgja fyri, at tekningarnar koma yvir á kommununa

Treytirnar fyri at luttaka í kappingini eru:

- Ikki vera eldri enn 12 ára gomul/gamal
- Búgva í Klaksvíkar kommunu
- Hava teknað tekningina sjálv/ur

So kom ein túr framvið í Húsinum mikudagin og tekna eina mynd:)

Byrjar:
25.09.2018 - KL. 00:00

Komandi tiltøk

09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt 
20 mai
2024
Húsið stongt - Hvítusunna
05 juni
2024
Húsið stongt - Grundlógardagur